Tali- og skrivifrælsi hjá starvsfólkum innan Almannaverkið
Niðanfyristandandi kunning til øll starvsfólk, er í dag løgd á intranetið hjá Almannaverkinum:

Starvsfólk innan Almannaverkið hava sama rætt til tali- og skrivifrælsi, sum onnur almenn starvsfólk.

​Tað hevur í seinastuni verið okkurt dømi um at tað er sent eitt kunningarskriv út frá einum stovni, ið hevur fleiri óhepnar orðingar og faktuellar feilir um tiltøk innan eldraøkið. Tað er umráðandi, at tað sum vit senda út sum stovnur, er rætt og sakligt. Tí varð send út ein áminning um, at tað er stjórin, sum úttalar seg vegna stovnin í málinum um játtanina á eldraøkinum.
 
Hetta merkir ikki, at starvsfólk ikki kunnu úttala seg sum privatpersónar. Innan teir karmar sum galda fyri tali- og skrivifrælsi hjá almennum starvsfólkum, stendur tað starvsfólkum frítt at úttala seg sum privatpersónar.

Av tí at eingin serstøk vegleiðing er fyri Føroyar, er valt at senda tykkum vegleiðing frá danska løgmálaráðnum "Vejledning om offentligt ansattes ytringsfrihed”. Viðmerkjast skal at somu reglur eru galdandi fyri Føroyar.


Vinaliga
 
Petra Johnsdóttir Joensen 


Sí vegleiðingina her: Vejledning om offentligt ansattes ytringsfrihed