Ráðstevna "Vit vilja gera mun" í Norðurlandahúsinum 8. mai
Almannaverkið fyllir 40 ár í ár. Dagurin verður hildin við almennari ráðstevnu við heitinum ”Vit vilja gera mun” í Norðurlandahúsinum 8. mai. Endamálið við degnum er fleirfalt - men eisini einfalt. Tað er neyðugt, at vit stinga út í kortið, hvussu vit vilja hava vælferðarsamfelagið at vera.

Almannaverkið hevur ein avgerandi leiklut í føroyska samfelagnum. Meira enn 16.500 borgarar í Føroyum fáa hvørt ár ymsar tænastur frá Almannaverkinum. Um talan er um pensjónsútgjaldingar, endurvenjing ella sambýli, stovnar fyri sálarsjúk og barnaheim, hjálpartól ella skerdan arbeiðsførleika - so hjálpir Almannaverkið føroyingum til eitt betri lív.

Avbjóðingin hjá Almannaverkinum hevur altíð verið stór og tað fer hon altíð at vera. Komið verður ongantíð heilt á mál, tí tænastan skal altíð betrast, veitingarnar verða fleiri og heitu hendurnar hava altíð ríkiligt at takast við. Men setningurin vikast ikki. Almannaverkið skal gera mun.

Torførir spurningar tørva svar
Avbjóðingarnar eru stórar í komandi tíðum. Kostnaðurin av lógarbundnum veitingum hækkar nógv næstu árini, samstundis sum tørvurin á tíðarhóskandi innivisti til veikastu borgararnar er ovurstórur. Gera vit onki, so økist kostnaðurin av vælferðarsamfelagnum 100-200 milliónir krónur innan fá ár. Tí er neyðugt at venda hvørjum steini, men eisini at hugsa okkum væl um.

Spurningurin kann tykjast einfaldur - hvussu nógv skal inn og hvussu nógv skal út. Hvør skal fáa og hvør skal gjalda. Men tað er undir spurningunum, at torføru svarini skimast.

Kjak um felags ábyrgdina
Hvussu vit raðfesta tilfeingið í samfelagnum og hvussu vit sum fólk taka ábyrgdina á okkum eru stórir spurningar. Við lyklaorðum sum pengar, innivist og hjartarúm bjóðar Almannaverkið til fýra kjakfundir um felags ábyrgd og felags rættindi.

• Skal arbeiðsgevarin vera rúmligur ella er tað uppgávan hjá Almannaverkinum?
• Hvussu kann tørvurin á vardum bústøðum nøktast?
• Almannaútreiðslurnar komandi 40 árini - ein búskaparlig umraðfesting?
• Ganga vit persónliga frælsinum ov nær við GPS yvirvaking?

Fakligheit í 40 ár
Men eru karmarnir ein síða av sakini, so eru fakligu viðurskiftini hin síðan. Samstundis, sum hugt verður at menningini seinastu 40 árini, so verður eisini kagað inn í framtíðina.

Serfrøðingar greina spurningin um vit vita ella gita. Hvussu skilja vit harðskapin. Menniskjað í diagnosusamfelagnum og skiftið frá umsorgan til endurmenning.

Eitt er vist. Næstu 40 árini hava við sær heilt aðrar avbjóðingar enn tær, ið undanfarnu 40 árini hava sett okkum. Vælkomin til ein dag við kjaki, íblástri um framtíðina og minnum.

Síggj skránna her.

Tiltakið er ókeypis men tilmelding er neyðug.

Dagført 06.05.15: Tilmelding er ikki longur møgulig.