Hóast skert flog kanst tú flúgva høgt

Á ráðstevnuni "Vit vilja gera mun" hjá Almannaverkinum, sum verður fríggjadagin 8. mai, verður ársins rúmligi arbeiðsgevari kosin.


Saman við heiðrinum fær ársins rúmligi arbeiðsgevari eina standmynd, sum Rúni Jacobsen úr Hvalvík hevur gjørt á Verkstaðnum Vón.



Íblásturin til standmyndina er, at hóast flogið er skert, so ber til at flúgva høgt. Men samstundis er neyðugt at hava í huga, at vøksturin er bestur í røttu moldini.


Ársins rúmligi arbeiðsgevari kjósast

Sosialráðgevar á Almannaverkinum hava tilnevnt arbeiðsgevarar, sum hava uppiborið heiðurin, til eina dómsnevnd at taka støðu.


Á samkomu á ráðstevnuni "Vit vilja gera mun" fer landsstýriskvinnan í Almannamálum, Annika Olsen at avdúka vinnaran og handa Ársins rúmliga arbeiðsgevara standmyndina.



Rúmligir og fúsir

Tað er torført hjá sosialráðgevunum at velja, tí at nógvir arbeiðsgevarar hava uppiborið heiðurin. Tískil er tiltakið fyrst og fremst ein ásannan av stóra vælviljanum, sum nógvir arbeiðsgevarar hava.


Tað hevur stóran týdning fyri borgarar við skerdum arbeiðsførleika at sleppa aftur til arbeiðis. Skerdi arbeiðsførleikin ger tað ofta torført at fóta sær aftur, og tí hevur eitt neyvt samstarv millum Almannaverkið og arbeiðsgevarar, sum eru rúmligir og fúsir at hjálpa, stóran týdning.


Ein rúmligur arbeiðsmarknaður er til gagns fyri borgaran, samfelagið og arbeiðsgevaran, sum fær ein fjølbroyttari starvsfólkahóp.


Øll eru vælkomin á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 8. mai, millum annað at heiðra Ársins rúmliga arbeiðsgevara.


Les meira um ráðstevnuna her.