Tann tikkandi bumban
Vaksandi pensiónsútreiðslur og manglandi búskaparlig inntriv hava skapt eina tikkandi bumbu undir føroyska vælferðarsamfelagnum. Búskaparfrøðingar vísa á, at tað er átroðkandi neyðugt at seta neyðug tiltøk í verk, skal føroyski búskapurin hanga saman í framtíðini.

Á ráðstevnuni "Vit vilja gera mun" í Norðurlandahúsinum 8. mai skipar Almannaverkið fyri kjaki um almannaútreiðslurnar komandi 40 árini. Kjakið skal seta ljóskastaran á stóru hóttanina føroyska vælferðarsamfelagið stendur fyri.


Tríggir av fremstu búskaparfrøðingunum í Føroyu eru bodnir í Norðurlandahúsið at lýsa avbjóðingarnar og at koma við hvør sínum boði uppá, hvat ið neyðugt er at gera. Síðani verður kjak á skránni.


Fleiri sum fáa og færri sum gjalda

Óskrivaði sáttmálin millum einstaklingin og samfelagið er, at vit arbeiða og halda samfelagnum uppi í ungum árum, meðan samfelagið heldur okkum uppi, tá lívið fer at halla.

Í lívsins vári stríðast vit, meðan vit um heystið njóta fruktirnar.


Men avtalan millum ung og gomul er nú í vanda.


Stóru altjóða rembingarnar raka eisini okkum í Føroyum. Við altjóðagerðini hava vit í nógv ár mist ein stóran part av okkara unga fólki til onnur lond. Unga fólkið søkir sær eydnuna í stóru verð og kennir seg ikki bundið at avtaluni, sum undanfarin ættarlið hava lagt á tey. Tað hevur við sær, at vælferðarsamfelagið verður skeiklað, tí nú mangla tey sum skulu stríðast í ungum árum.


Samstundis hevur betraða livistøðið og betri viðgerðarmøguleikar við sær, at vit liva longur. 80'ini eru tey nýggju 60'ini, og maður og kona kunnu vænta sær at liva longur. Miðalaldurin er hækkaður við meira enn 4 árum bara tey seinastu 30 árini.


Vaksandi pensjónssútreiðslur og manglandi búskaparlig inntriv

Broytingarnar hava við sær, at føroyska samfelagið er ikki longur búskaparliga burðardygt. Vit verða færri sum gjalda, og fleiri sum fáa. Gera vit onki, so veksir hallið á landsins fíggjarlóg við rúkandi ferð næstu 30 árini.


Neyðugt er at rætta kósina og fremja grundleggjandi nýskipanir, skal føroyska vælferðarsamfelagið ikki renna seg út av eggini. Ráðini frá búskaparfrøðingunum seta torførar spurningar:


· Skulu vit hækka pensjónsaldurin? Og hvussu nógv?

· Hvussu fáa vit tey ungu heimaftur?

· Hvussu skulu vit breiðka skattagrundarlagið?

· Hava vit eitt vælferðarsamfelag, um vit taka við ráðunum?

· Hvat kunnu vit læra av framdum nýskipanum í øðrum londum?


Á kjakfundinum verða búskaparligu avbjóðingarnar lýstar og neyðugu tiltøkini tikin fram. Búskaparfrøðingarnir leggja fram útlitini og bjóða inn til kjak um, hvat ið er til at taka.


Í kjakpanelinum eru:



Kári Petersen, búskaparfrøðingur

Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur


Orðstýrari er Høgni í Jákupsstovu


Øll eru vælkomin á ráðstevnuna "Vit vilja gera mun" og at kjakast í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 8. mai. Til ber at lesa meira um ráðstevnuna her.



Dagført 15.05.15: Leinkja til upptøkur av kjakinum um tikkandi bumbuna kann síggjast her