Familjubakgrund og sosial marginalisering

Á ráðstevnuni "Vit vilja gera mun” hjá Almannaverkinum verður áhugaverdur fyrilestur, har viðurkendi granskarin Lars Benjaminsen greiðir frá um sosiala marginalisering og familjubakgrund. Lars Benjaminsen greiðir frá stórari kanning, sum vísir vavið og slagið av sosialu marginaliseringini.

 



Eitt vælkent, men eisini umstrítt, hugtak er sosialur arvur. Fakfólk innan allar geirar innan almannaøkið kenna og brúka í ávísan mun hugtakið sosialur arvur.

Skorið inn á bein, so kann sosialur arvur merkja, at tú "arvar” sosialu støðuna frá foreldrunum og í gerandisdegnum kann hetta hugtakið hava við sær, at hugt verður at støðuni hjá foreldrunum heldur enn støðuni hjá einstaklinginum.

 

Hugtakið sosialur arvur hevur víst seg at vera torført at sleppa av við, tí tað fangar og tað bjóðar eina skjóta og lætta diagnosu.

 

Men veruleikin er nógv meira samansettur enn so. Og veruleikin vísir, at tað eru góðar orsøkir til at vera varin við at brúka hugtakið sosialur arvur.

Í fyrilestrinum í Norðurlandahúsinum greiðir Lars Benjaminsen frá størstu kanningini av sínum slag í Danmark um sosiala marginalisering, har hugt verður nærri at familjubakgrundini hjá teimum, sum eru sosialt útsett og hvat vælferðarsamfelagið kann gera fyri at møta avbjóðingunum.

 

Fyrilesturin snýr seg eisini um, hvussu hesi tiltøk best kunnu leggjast til rættis, soleiðis at tey taka neyðugu heildaratlitini.   

 

Ráðstevnan "Vit vilja gera mun” er í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 5. mai millum klokkan 9 og 16. Ráðstevnan er ókeypis og øll eru vælkomin.

 

Almannaverkið