Ein hjartans tøkk

Tað var stórur rómur á verkstøðum, sambýlum, stovnum og ikki minst frítíðartilboðum í gjár, tá borgarar fingu bæði tænastur og starvsfólk aftur. Fagnaðurin var stórur - hjá borgarum og ikki minst hjá starvsfólki.

 

Verkfallið rakti Almannaverkið og starvsfólk okkara meint, men tað er ongin ivi um, at tey, sum vóru meinast rakt, vóru borgararnir, sum vóru noyddir at fara út úr heimi sínum, sum mistu sambandið við skúla, vinir og arbeiðsfelagar.

 

Nú gerandisdagurin er afturkomin, vil Almannaverkið hjartaliga takka øllum tykkum, sum hava verið um, stuðlað og passa uppá okkara borgarar, meðan verkfallið hevur verið

 

Almannaverkið