Broyting av veitingarupphæddum til fyritíðarpensjonistar

Broyting av veitingarupphæddum til fyritíðarpensjonistar


Við gildi frá og við útgjaldinum av pensjón fyri februar 2018 er viðbótin til fyritíðarpensjonistar broytt. Viðbótin til hægstu fyritíðarpensjón er lækkað, meðan viðbótin til miðal og lægstu fyritíðarpensjón er hækkað. Sí undir "Almannaveitingar upphæddir 2018”. Hinvegin er grundarupphæddin hjá fyritíðarpensjonistum frá 1.2.18 skattafrí. Hesar broytingarnar geva tilsamans eina hækking í útgjaldinum av fyritíðarpensjón hjá tí einstaka uppá umleið 1.000 kr. um mánaðin. Hetta er galdandi fyri lægstu, miðal og hægstu fyritíðarpensjónir.

Inntøkuviðurskifti og/ella skattlig viðurskifti annars kunnu hava við sær, at hækkingin verður minni.



Fyritíðarpensjonistar, sum eru búsitandi í Danmark ella Grønlandi, við fyritíðarpensjón eftir § 3, stk. 4 í almannapensjónslógini.

Ein undantaksregla er gjørd fyri fyritíðarpensjonistar, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, og hava tikið hesa við til Danmarkar ella Grønlands eftir § 3, stk. 4 í almannapensjónslógini og eru búsitandi í Danmark ella Grønlandi tann 23. desember 2017, t.e. tá lógarbroytingin kom í gildi. Viðbótin hjá hesum fyritíðarpensjonistum verður ikki broytt. Sí undir "Almannaveitingar 2018”. Hesir pensjonistar eru skattskyldugir av pensjónini í Danmark/Grønlandi, og er undantaksreglan ásett, fyri at teir ikki skulu verða fyri fíggjarligum missi.


Nevnda undantaksregla er einans galdandi fyri fyritíðarpensjonistar, sum hava fingið tillutað hægstu fyritíðarpensjón, og sum eru búsitandi í Danmark/Grønlandi tann 23. desember 2017.


Almannaverkið