Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2018 - umsóknarfreist

Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2018 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 5. Juni 2018. Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir.

Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 5. juni 2018 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í desembur 2018.

Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barna- ella hjúnafelagagjald frá Ríkisumboðnum ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini.

Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 12.996 árliga.

Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.

Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Á heimasíðuni hjá Almannaverkinum undir familja og børn er meira at lesa um stuðulin.


Freist fyri stuðli 2017

Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2017, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2018. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum 2017 burtur.

Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis"