Nýggj venjingarhøli til Almannaverkið

Almannaverkið hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Klaksvíkar Svimjihøll um at nýta venjingarhølini í Svimjihøllini til venjingarhøli. Almannaverkið fer at nýta hølini til at veita borgarum, ið hava mist førleika, endurvenjing, so tey gerast so sjálvbjargin sum tilber. Almannaverkið hevur eitt toymi av 5 dugnaligum ergo- og fysioterapeutum, sum virka í Norðoyggjum og Eysturoynni, og fara hesir at fáa líka góðar arbeiðsumstøður í Klaksvík, sum tey hava í Runavík.  

 

At veita endurvenjing til borgara í arbeiðsførum aldri, hevur veriđ ein raðfesting hjá Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinnu í Almannamálum, og við nýggja hølinum fáa borgarar í Norðoyggjum góðar umstøður at venja í.


Almannaverkið skal eisini takka Klaksvíkar Kommunu fyri vælvild og gott samstarv.