Stuðul til uppihaldpening er seinkaður
Vegna tøkniligar avbjóðingar er útgjaldið av stuðuli til uppihaldspening, sum skuldi verða útgoldið í desember 2018, seinka.

Almannaverkið arbeiðir av øllum alvi fyri, at fáa útgjaldið útgoldið fyrst í januar 2019.

Vit biðja viðskiftafólk um at halda okkum til góða!