Útgoldin brennistuðul í januar 2019 minni enn vanligt

Útgoldin brennistuðul í januar 2019 minni enn vanligt, tí gjald til Heilsutrygd er drigið frá.

 

Heilsutrygdargjaldið er drigið frá brennistuðlinum í januar (viðbót til ávísar pensjónsistar v.fl.).

 

Orsøkin er, at brennistuðulin varð útgoldin 29. januar, og pensjónin varð útgoldin dagin eftir. Heilsutrygdargjaldið verður altíð drigið frá tí upphædd, sum verður útgoldin fyrst.

 

Upphæddin fyri brennistuðul er ikki broytt.