Kunning til borgarar, sum eru fluttir til Danmarkar ella Grønlands eftir 6.mai 2016 við varðveittum rætti til føroyska fyritíðarpensjón í upp til 3 ár.
Tann 6. mai 2019 eru 3 ár liðin, síðani lógarbroytingin í § 3, stk. 4 í Løgtingslóg um almannapensjónir kom í gildi. Við broytingini er heimilað, at ein føroyskur fyritíðarpensjonistur, sum flytir til Danmarkar ella Grønlands, eftir umsókn kann fáa játtað framhaldandi útgjald av føroysku fyritíðarpensjónini í upp til 3 ár frá flytingini.
Við hesum verður kunnað um, at játtanartíðarskeiðið sostatt skjótt er runnið hjá teimum fyrstu, sum fingu játtan sambært hesi áseting.