Tíðindi
3. juni 2013
Broyting í mótrokningarreglunum viðvíkjandi hjúnafelagainntøku hjá fólkapensjonistum
Við virkna frá útgjalding av pensjónini síðst í juni 2013, eru mótrokningarreglurnar fyri hjúnafelagainntøku hjá fólkapensjonistum broyttar.
Les meira
Tíðindi
31. mai 2013
Nýggjur býtislykil og betri samskipan á eldraøkinum
Seinastu tíðina hevur eldraøkið verður nógv umrøtt í fjølmiðlunum, tí tillagingar hava havt við sær broytingar í rakstrinum á ellis- og røktarheimunum. Løgtingið hevur eisini samtykt at veita eldraøkinum 4,1 mió. kr. í eykajáttan fyri at basa verandi avbjóðingum á økinum.

Almannaverkið hevur nú gjørt av, hvussu eykajáttanin verður býtt millum ellis- og røktarheimini, men vísir við hesum skrivi á, at eykajáttanin verður ikki avgerandi fyri, um eldraøkið verður burðardygt rikið í framtíðini. Til tess krevjast áhaldandi tillagingar og samskipanir á økinum.
Les meira
Tíðindi
30. mai 2013
Veitingaupphæddir frá 1. mai 2013 sbrt. sjúkradagpeningalógini, forsorgarlógini og lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk
Kunning um galdandi veitingaupphæddir frá 1. mai 2013 sbrt. sjúkradagpeningalógini, forsorgarlógini og lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Les meira



Dagført tann 10-10-2012