Tíðindi
31. mai 2013
Nýggjur býtislykil og betri samskipan á eldraøkinum
Seinastu tíðina hevur eldraøkið verður nógv umrøtt í fjølmiðlunum, tí tillagingar hava havt við sær broytingar í rakstrinum á ellis- og røktarheimunum. Løgtingið hevur eisini samtykt at veita eldraøkinum 4,1 mió. kr. í eykajáttan fyri at basa verandi avbjóðingum á økinum.

Almannaverkið hevur nú gjørt av, hvussu eykajáttanin verður býtt millum ellis- og røktarheimini, men vísir við hesum skrivi á, at eykajáttanin verður ikki avgerandi fyri, um eldraøkið verður burðardygt rikið í framtíðini. Til tess krevjast áhaldandi tillagingar og samskipanir á økinum.
Les meira
Tíðindi
30. mai 2013
Veitingaupphæddir frá 1. mai 2013 sbrt. sjúkradagpeningalógini, forsorgarlógini og lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk
Kunning um galdandi veitingaupphæddir frá 1. mai 2013 sbrt. sjúkradagpeningalógini, forsorgarlógini og lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Les meira
Tíðindi
14. mai 2013
Endurgjald fyri goldin barnagjøld og hjúnafelagagjøld
Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2013 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 03.06.2013
Les meira



Dagført tann 10-10-2012