Tíðindi
25. november 2016
Brennistuðulin verður nú útgoldin mánaðarliga
Viðbót til ávísar pensjónistar (eisini nevnt brennistuðul) verður veitt pensjónistum við lágum inntøkum. Higartil hevur brennistuðulin verið útgoldin 3 ferð um árið - 2.536 kr. hvørja ferð. Útgoldið hevur verið síðst í mars, síðst í juni og síðst í november, og t.v.s., at tað hava verið ávikavist 3, 4 og 5 mánaðir millum hvørt útgjald.
Les meira
Tíðindi
2. november 2016
Tilboð til fólk við demensi, sum eru yngri enn 67 ár
Markamótsnevndin er komin til ta niðurstøðu, at tænasta sum dagtilhald til heimabúgvandi demenssjúkar borgarar undir 67 ár ikki er kommunal ábyrgd eftir lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m., men at Almannaverkið hevur ábyrgdina av at veita borgarum við demens, undir 67 ár, dagtilboð.
Almannaverkið tekur niðurstøðuna til eftirtektar.
Les meira
Tíðindi
28. oktober 2016
Vinnuráðgevi fær fleiri í arbeiði
Almannaverkið hevur styrkt um arbeiðsfremjandi tiltøkini og nú triði ársfjórðingur er farin afturum eru 35 fólk farin úr almennu skipanunum í arbeiði. Tað er betur fyri borgararnar, økir um framleiðsluna og er bíligari fyri Almannaverkið.
Les meira



Dagført tann 10-10-2012