Markamótsnevndin er komin til ta niðurstøðu, at tænasta sum dagtilhald til heimabúgvandi demenssjúkar borgarar undir 67 ár ikki er kommunal ábyrgd eftir lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m., men at Almannaverkið hevur ábyrgdina av at veita borgarum við demens, undir 67 ár, dagtilboð.
Almannaverkið tekur niðurstøðuna til eftirtektar.
Tíðindi
28. oktober 2016
Vinnuráðgevi fær fleiri í arbeiði
Almannaverkið hevur styrkt um arbeiðsfremjandi tiltøkini og nú triði ársfjórðingur er farin afturum eru 35 fólk farin úr almennu skipanunum í arbeiði. Tað er betur fyri borgararnar, økir um framleiðsluna og er bíligari fyri Almannaverkið.
Les meiraTíðindi
10. oktober 2016
Fyrsta arbeiðsumhvørvis- og trivnaðarkanningin í Almannaverkinum
Almannaverkið hevur fyri fyrstu ferð kannað sálarliga arbeiðsumhvørvið og trivnaðin í stovninum. Kanningin er fyrsta stig í einari skipaðari tilgongd, har Almannaverkið vil kanna og betra um arbeiðsumhvørvið og trivnaðin í stovninum.
Les meiraDagført tann 10-10-2012