Spurningar um rætt til dagpening vegna 1. & 2. Sjúkradag

Spurningur
Eg eri í føstum starvi havi trý børn. Havi eg rætt til dagpening tá eg má vera heima hjá sjúkum barni á barnsins fyrsta og øðrum sjúkradegi.

Svar
Er tú ikki fevnd av sáttmála, ið gevur rætt til løn frá tínum arbeiðsgevara, tá tú er heima hjá sjúku barni, hevur tú rætt til dagpening fyri 1. og 2. sjúkradag hjá barni. Tað hevur ongan týdning fyri hesa viðgerð um tú er tímarlønt, í føstum starvi ella starvsmaður.

Treytin fyri at fáa dagpening er at barnið er undir 14 ár.

Hvørt av foreldrunum kann í mesta lagi fáa dagpening fyri barnsins 1. og 2. sjúkradag í 10 dagar um árið. Avmarkingin er galdandi uttan mun til tal av børnum. Møguligt er ikki hjá foreldrum at flyta dagar sínámillum.

Um tú ert í iva, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum í Almannaverkinum, so ráðgeva vit tær fegin út frá júst tínari støðu.


Spurningur
Havi eg rætt til dagpening vegna sjúku tá ið eg eri í føstum starvi sum starvsmaður?

Svar
Starvsmaður hevur rætt til løn frá arbeiðsgevara undir sjúku, og tí er ikki møguligt at fáa dagpengar.

Sum dømi kann nevnast, at tann, sum starvast í handli ella á skrivstovu vanliga hevur rætt til løn undir sjúku sambært starvsmannalógini § 5. Treytin er, at arbeitt verður í 20 tímar ella fleiri i miðal um vikuna fyri sama arbeiðsgevara.

Fleiri sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum geva somuleiðis rætt til løn undir sjúku.

Um tú ert í iva, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum í Almannaverkinum, so ráðgeva vit tær fegin út frá júst tínari støðu.





Dagført tann 17-10-2012