Um Almannaverkið

Almannaverkið er ein hornasteinur í føroysku vælferðarskipanini, ið umsitur eina røð av sosialum skipanum.

Høvuðsuppgávurnar hjá Almannaverkinum eru:


  • Sosialráðgeving:Hvørja viku ringja 1.000-1.500 fólk og Almannaverkið móttekur uml. 500 skriv um vikuna
  • Menningartænastur:750 borgarar tørva endurmenning fyri at klára seg sjálvi aftur. 6.000 hjálpartól eru útleigað
  • Trivnaðartænastur:Samanlagt verða uml. 750 tænastur veittar og eru hesar býttar á 165 bústaðir, 160 verkstøð, 190 onnur dagtilboð, 230 fáa stuðul og 21 eru undir barnavernd
  • Fíggjarligar veitingar: Hvønn mánað verður rindað 15.000 veitingar uppá tilsamans 80-90 mió. Veitingarnar eru pensjónir, forsorg, dagpeningur, barnagjald o.a.

 

Okkara endamál

Tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív

Okkara stremban

 

Vit vilja gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum

Okkara mál

  • ein opin stovnur, sum ger tað einfalt fyri borgaran
  • betri bústaðir til fólk við serligum tørvi
  • hugsa skynsamt

 Fíggjar- og starfólkaviðurskifti

Á Almannaverkinum starvast uml. 800 starvsfólk.

 

Almannaverkið umsitur netto 1.357.766 tús. kr. á løgtingslógini fyri 2015.

 


 




Dagført tann 28-04-2016