Vit søkja eftir eindarleiðarum
Almannaverkið er í løtuni í eini tilgongd, har bygnaðurin verður broyttur. Endamálið er at skapa karmar fyri einum meira samanhangandi virksemi, sum loyvir tvørfakligum samstarvi at virka og vaksa. Vit seta fokus á bestu og mest framkomnu sosialu tænastuna. Arbeitt verður fyribyrgjandi, mennandi og endurmennandi, fyri at tryggja borgaranum eitt gott lív á egnum beinum.
Eindarleiðari til eindina Likamligt brek
Tú fert at leiða umleið sjey leiðarar. Eindin fevnir um fleiri smærri og størri stovnar við á leið 120 starvsfólkum. Tænastan í eindini verður veitt sum bútilboð, umlætting, dag- og virknistilboð og stuðul. Eindin veitir tænastu til fólk við seinheilaskaða, likamligum breki og demens í Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjum og Vágum. Eindin hevur eisini ábyrgd av øllum tænastum í Suðuroy og Sandoy. Endamálið er at varðveita lívsgóðsku og sjálvbjargni, so tann einstaki kann liva eitt gott, sjálvstøðugt og virðiligt lív.
Umsóknarfreist 11. apríl 2025
Eindarleiðari til eindina Virknistænastur
Tú fert at leiða umleið fimm leiðarar. Eindin fevnir um minni og størri virknis- og umlættingartilboð við á leið 75 starvsfólkum. Tænastan verður veitt børnum, ungum og vaksnum, við menningartarni, fjølbreki, autismu og seinheilaskaða kring landið. Endamálið er at skapa karmar, ið tryggja ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag og eitt virkið og sjálvstøðugt lív, hóskandi til menningar- og førleikastøðið hjá tí einstaka.
Umsóknarfreist 1. mai 2025
Eindarleiðari til eindina Vaksin
Tú fert at leiða umleið sjey leiðarar. Virkisøkið í eindini fevnir breitt, og er talan um veitingar og tænastur við á leið 100 starvsfólkum í eindini.
Eindin hevur um hendi tænastur og peningaveitingar, ið verða veittar borgarum frá 15 ár til og við fólkapensjónsaldur um alt landið, sum hava fíggjarligar, likamligar, sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar. Harumframt veitir eindin stuðul, virknistænastu og tíðaravmarkað bú- og viðgerðartilboð.
Endamálið er at fyribyrgja sosialum avbjóðingum við at stuðla borgarum í læstari støðu og tryggja, at borgarin gerst fíggjarliga sjálvbjargin. Harumframt at hjálpa til broyting til eitt virkið arbeiðs- og heimalív í eini stremban eftir at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív.
Umsóknarfreist 1. mai 2025