Innbjóðing til móttøku í nýggja Kvíggjartúni á Argjum
Kvíggjartún á Argjum er klárt at flyta inn í. Kvíggjartún er karmur um bú-, frítíðar- og umlættingartilboð til børn og ung við autismu.
Í tí sambandi verður bjóðað til almenna móttøku í Kvíggjartúni 7
fríggjadagin, tann 19.01.2024, kl 15.00.
Á skránni verða røður og sangframførsla. Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.
Móttøkan byrjar kl 15.00, men húsið verður opið fyri almenninginum frá kl. 13.00 til kl. 17.30 hendan dagin, og øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið.
Kvíggjartún er til børn og ung við autismu. Húsið er í trimum eindum, við seks búplássum, seks umlættingarplássum og einum frítíðartilboði.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um nýggja Kvíggjartún og um, at børn og ung við autismu nú kunnu fáa bústað, umlætting og frítíðartilboð í góðum umstøðum í dagligdegnum.
Verið hjartaliga vælkomin.
- Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2024 - umsóknarfreistMánadagur 06-05-2024Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2024 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Alman
- Almannaverkið brúkar "Mínboks"Mikudagur 28-02-2024Hevur tú fingið tær Vangan og "Mínboks", kanst tú rokna við, at brøv frá Almannaverkinum verður send til "Mínboks". Tað hevur tí stóran týdn
- OrkuískoytiHósdagur 15-02-2024Nú nú kunnu húski við lágari inntøku og lítlari ogn søkja um orku ískoyti. Umsóknarblað finst her! Avgerð um rættin til orkuískoyti er grund