Orðabók
Almannahending | Tilburður, sum hevur avgerandi árin á familjuligu ella samfelagsligu støðuna hjá borgaranum og er sálarliga tyngjandi, t.d. hjúnaskilnaður, andlát í familjuni, arbeiðsloysi ella heimloysi. |
Almannapensjón | Felagsheiti fyri fólkapensjón og fyritíðarpensjón |
Arbeiðsbúgving | (fyrr endurbúgving)tilboð til fólk, sum av heilsuligum ella sosialum ávum hava ilt við at fáa ella halda upp á eitt arbeiði. Endamálið við arbeiðsbúgving er at menna arbeiðsførið aftur við útbúgving, læru og øðrum arbeiðsfremjandi tiltøkum. |
Arbeiðsføri | hvussu væl ein klárar at vera á arbeiðsmarknaðinum og røkja eitt starv eftir vanligum treytum, - tað sama sum arbeiðsførleiki. |
Arbeiðsførleiki | sí arbeiðsføri |
Fyriskipan | eitt tiltak, sum Almannaverkið hevur sett í verk til frama fyri borgaran |
Netverksfundur | Fundur millum stovnar, fakfólk, borgara og møgulig avvarðandi um fyriskipan og átøk, sum hava til endamáls at fremja støðu borgarans. |
TGT | Stytting fyri Tann góða tilgongdin. Les meira her. |