
Fyrisitingin
Tað eru 6 deildir í Fyrisitingini og har starvast 48 fólk.
Høgni Olsen er fíggjarstjóri.
Hann hevur beinleiðis telefon 347050
Stjórnarskrivstovan ráðgevur í fakligum og løgfrøðiligum spurningum. Ein týðandi liður í arbeiðinum er at gera vegleiðingar til lógir og tænastur og samskipa hoyringarsvar til lógaruppskot.
Súsanna Nordendal er leiðari á Stjórnarskrivstovuni. Hon hevur beinleiðis telefon 387559
Dátuverndarfólkið er ráðgevi hjá stovninum í málum um dátuvernd, er kontaktpersónur hjá Dátueftirlitinum og hjá kundum viðvíkjandi viðgerð av teirra persónsupplýsingum.
Annað um dátuvernd trýst her.
Endamálið við Fíggjardeildini er at tryggja eina effektiva fíggjarstýring. Fíggjardeildin hevur um hendi samskipan av fíggjarlógararbeiðinum, gerð av fíggjarætlanum og regluligum fíggjarfrágreiðingum, játtanareftirlit og framleiðslu av hagtølum. Eisini verður arbeitt við vegleiðingum, mannagongdum og reglugerðum á fíggjarliga økinum. Bókhaldið fevnir um uppgávur innan debitor- og kreditorbókhaldið umframt UAP-toymið, ið hevur til uppgávu at umsita pensjónina hjá fólki, sum búgva á stovni.
Mary í Garði er leiðari á Fíggjardeildini. Hon hevur beinleiðis telefon 347012
HR-deildin stuðlar og ráðgevur leiðsluni. Har afturat hevur deildin eina røð av HR uppgávum, ið yvirskipað hava til endamáls, at Almannaverkið alla tíðina mennur og fastheldur røttu starvsfólkini.
Inna Sigvardsen leiðari á HR-deildini. Hon hevur beinleiðis telefon 347080
Endamálið við KT-deildini er at veita starvsfólkinum framkomið og vælvirkandi KT. Deildin hevur ábyrgd av at menna KT-skipanir og veita sokallaða first-level-support.
Jógvan Højgaard er leiðari á KT og support. Hann hevur beinleiðis telefon 347093
Deildin hevur ábyrgd av KT-skipanum í Almannaverkinum.
Deildin hevur eisini ábyrgd av menningini av KT-skipanum í Almannaverkinum.
Málsviðgerða- og útgjaldsskipanin er ein av teimum størstu í Føroyum og tí verður nógva orku nýtt uppá tað skipanina. Talgilding mótvegis borgaranum er eisini sett í miðdepilin.
16.000 veitingar og tænastur, 15.000 avgreiddar umsóknir og umleið 1.3 mia. krónur í sosialum veitingum fara árliga gjøgnum okkara KT-skipanir.
Jacob Horn Nielsen er deildarleiðari á Talgildari menning.
Hann hevur beinleiðis telefon 360030