Trivnaðardepilin
Trivnaðardepilin veitir tænastu og sosialnámsfrøðiliga viðgerð til teirra, sum hava tørv á vegleiðing, stuðli ella hjálp í gerandisdegnum. Tænastan skal stuðla persóni við skerdum førleikum til ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag.
Tænastan verður veitt í mun til egna lívsstøðu, við støði í tørvi, førleika og ynski, ið persónurin hevur og tí menniskjaliga tilfeingi, ið er kring hann; so avvarðandi ella onnur eisini kunnu hjálpa honum at røkja síni áhugamál.
Tænastan verður veitt soleiðis, at persónurin, hóast tarn ella sjúku, kann varðveita og menna sínar persónligu og sosialu førleikar at liva eitt so sjálvstøðugt og virðiligt lív sum til ber.
Vit arbeiða mennandi og endurmennandi og virka fyri at veita eina samskipaða og samanhangandi tænastu. Vit leggja stóran dent á samstarv og samskifti og etisk fyrilit verða tikin í øllum tí vit gera.
Virksemið í Trivnaðardeplinum er skipað í seks eindir, sum eru býttar upp eftir breki og í nøkrum førum eftir landafrøði. Tað starvast góð 950 starvsfólk í deplinum. Í 2024 er rakstrarjáttanin hjá Trivnaðardeplinum 532 mió. kr.
Trivnaðardepilin veitir m.a. tænasturnar niðanfyri:
- Stuðulstænastur, sum kunnu fevna um
- Námsfrøðiliga leiðbeining, hjálp og viðgerð fyri at røkka yvirskipað persónlig mál
- Umsorgan og praktiska hjálp til dagligar uppgávur
- Stuðul til børn og vaksin
- Vøka og hjávera
- Fylgjara uppgávur
- Bútilboð til fólk í vardum bústaði
- Bútilboð til fólk í fyribils bústaði
- Umlætting til børn og vaksin
- Virknistænastur til børn og vaksin
- Verkhús- og verkstaðstilboð
- Dag-, frítíðar- og klubbtilboð
- Endur- og viðlíkahaldsvenjing
Á barnaverndarøkinum, veita vit:
- Sosialnámsfrøðiliga viðgerð á barnaverndarstovnum til børn og ung, ið eru umsorgarnaryvirtikin
Hjørdis S. Mortensen er depilsstjóri í Trivnaðardeplinum.