hallur.jpg (1)

Viðskiftadepilin

Viðskiftadepilin hevur 11 deildir við 140 starvsfólkum.

Hallur Thomsen er depilsstjóri á Viðskiftadeplinum.

Hann hevur beinleiðis telefon 347040

Visitering

Deildin Visitering viðger umsóknir um tænastur, sum Trivnaðardepilin í Almannaverkinum veitir.

Talan er um umsóknir til stuðul, virknistilboð, umlætting, vardar bústaðir og annað. Arbeitt verður við at menna nýtt háttalag, so borgarar verða lýstir nøktandi, og ábyrgdabýtið á økinum gerst greitt.

Somuleiðis viðger deildin tvingsilsmál og umsóknir um serligan bústaðartørv. Deildin skal tryggja, at málsviðgerðin er í samsvari við galdandi lóggávu og livir upp til sosialfakligar og fyrisitingarligar meginreglur. Deildin er mannað við fýra sosialráðgevum, einum fulltrúa og einum deildarleiðara.

Bjørg Hjelm er deildarleiðari á Visitering.

Hon hevur beinleiðis telefon 347016

{{department.title}}

Einki úrslit
Arbeiðsbúgving

Á deildini fyri Arbeiðsbúgving verður dentur lagdur á at menna og stuðla borgaranum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Í Arbeiðsbúgving verða avgreiddar umsóknir um arbeiðsbúgving, tillagað starv, fyritíðarpensjón og upptøka á vardan bústað og persónligan stuðul.

Elin Ludvig er deildarleiðari á Arbeiðsbúgving.

Hon hevur beinleiðis telefon 347030

{{department.title}}

Einki úrslit
Borgaratænastan

Við støði í tvørfakligari hugsan, ráðgevur Borgaratænastan borgarum um allar peningaligar veitingar og tænastur innan Almannaverkið, soleiðis, at borgarar kunnu fáa kunning um teirra møguleikar, rættindi og skyldur á einum staði. Borgaratænastan avgreiðir umsóknir um stuðul vegna arbeiðsloysi og sjúku, stakútreiðslur umframt aðrar veitingar. Hon veitir ráðgeving til pensjónistar og einkjur/einkjumenn, umframt at Borgaratænastan vísir borgarar víðari inn í Almannaverkið.

Morid Jacobsen er deildarleiðari á Borgaratænastuni.

Hon hevur beinleiðis telefon 347320

{{department.title}}

Einki úrslit
Børn og ung

Á deildini fyri Børn og ung verður dentur lagdur á at stuðla foreldrum, ið hava børn, ið bera brek, so familjan fær møguleika fyri eina so vanliga tilveru sum møguligt, hóast brekið/sjúkuna hjá barninum. Í Børn og ung verða avgreiddar umsóknir um endurgjald fyri neyðugar meirútreiðslur vegna brekið hjá barninum, endurgjald fyri mista inntøku, til tann, sum uppiheldur barni við breki heima, og umsóknir um persónligan stuðul og pláss á vardum bústaði. Ráðgevararnir á Børn og ung hava samskipandi leiklutin fyri átakinum "Tann góða tilgongdin”.

Bjørg Hjelm er deildarleiðari á Børn og ung.

Hon hevur beinleiðis telefon 347016

{{department.title}}

Einki úrslit
Heimaráðgeving

Heimaráðgeving er eitt námsfrøðiligt tilboð til familjur, ið hava barn við avbjóðingum.

Endamálið við ráðgevingini er, at familjan fær ta hjálp og stuðul tey hava tørv á, soleiðis at tey fáa ein so vælvirkandi gerandisdag sum til ber.

Heimaráðgeving er staðfest í almannalógini, ið sigur, at foreldur at barni við týðandi likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, kunnu fáa heimaráðgeving.

Les meira her

Rúna Tausen er deildarleiðari á Heimaráðgeving. 

Hon hevur beinleiðis telefon 387570

{{department.title}}

Einki úrslit
Hjálpartól

Á deildini fyri Hjálpartól verður dentur lagdur á at stuðla borgarum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Á deildini fyri Hjálpartól verða avgreiddar umsóknir um hjálpartól, avlamisbilar og bústaðarbroytingar.

Sigrun Mikkelsen er deildarleiðari á deidlini fyri Hjálpartól

Hon hevur beinleiðis telefon 358316

{{department.title}}

Einki úrslit
Talgild menning

Deildin hevur ábyrgd av KT-skipanum í Almannaverkinum.

Deildin hevur eisini ábyrgd av menningini av KT-skipanum í Almannaverkinum.

Málsviðgerða- og útgjaldsskipanin er ein av teimum størstu í Føroyum og tí verður nógva orku nýtt uppá tað skipanina. Talgilding mótvegis borgaranum er eisini sett í miðdepilin.

16.000 veitingar og tænastur, 15.000 avgreiddar umsóknir og umleið 1.3 mia. krónur í sosialum veitingum fara árliga gjøgnum okkara KT-skipanir.

Jacob Horn Nielsen er deildarleiðari á Talgildari menning.

Hann hevur beinleiðis telefon 360030

{{department.title}}

Einki úrslit
Tulking

Deildin fyri teknmáls- og skrivitulking veitir tulk til alt slag av samskifti, har deyv/hoyritarnað og hoyrandi møtast, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram.

Svanna í Gong er deildarleiðari á Tulking.

Hon hevur beinleiðis telefon 262489

{{department.title}}

Einki úrslit
Venjing

Á deildini fyri Venjing verður dentur lagdur á at menna og stuðla borgarum til eitt størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt.  Somuleiðis verður veitt endurvenjing til borgarar, so teir aftur kunnu fáa eitt virkið arbeiðs- og heimalív.

Guðrið Jensen er deildarleiðari á deildini fyri Venjing.

Hon hevur beinleiðis telefon 387307

{{department.title}}

Einki úrslit
Útgjald

Á deildini fyri Útgjald verða flest allar veitingar útgoldnar. Harumframt viðger og avgreiðir deildin umsóknir um sjúkradagpenging, fólkapensjón, hjálparráð, familjuískoyti, serligt barnaískoyti, barnagjald 1 og 2, stuðul til uppihaldspening, ættleiðingarstuðul og norðurlendska arbeiðsmegi. Viðskiftajournalin, móttøka og telefonmóttøka er eisini skipað undir deildini. Útgjald er sambindingarliður fyri føroyingar, sum fara til onnur norðurlond at arbeiða.

Palli Mortensen er deildarleiðari á Útgjald.

Hann hevur beinleiðis telefon 347095

{{department.title}}

Einki úrslit
Samskiftismenning

Almannaverkið hevur júst stovnað eina nýggja tænastu til fólk við samskiftisavbjóðingum. Vit byrja í smáum, men hava stórar ætlanir.

Málbólkurin eru fólk í aldrinum 18-66 ár, sum hava avbjóðingar við talu og samskifti. At byrja við leggja vit okkum eftir at bjóða samskiftismenning til sama málbólk, sum fær endur- og viðlíkahaldsvenjing frá Almannaverkinum. Sum frá líður, og sum vit gerast fleiri starvsfólk, er ætlanin at víðka um málbólk og tilboð.

At byrja við verða tvey fólk á deildini: deildarleiðarin og ein audiologopedur afturat.

Miriam_H_Johannesen

Miriam Hentze Johannesen er deildarleiðari á Samskiftismenning.

Hon hevur beinleiðis telefon 387590

{{department.title}}

Einki úrslit
Tøl

Hvørt ár móttekur Viðskiftadepilin 50.000 skjøl og avgreiðir 17.000 umsóknir um veitingar og tænastur.

Hvørt ár fáa 16.600 borgarar útgoldið út 1,3 milliard krónur