Forsíða - Barn við breki ella varandi sjúku
Almannaverkið hevur ávísar møguleikar at stuðla teimum, ið bera brek ella eru varandi sjúk.
Á hesum síðum kanst tú lesa um ymisku møguleikarnar – og tú ert sjálvsagt altíð vælkomin at venda tær til okkara fyri at fáa ráðgeving frá okkara sosialráðgevum.
Hjálparráð – fíggjarligur stuðul til ymisk hjálparráð, um tú ert avlamin, hevur varandi sjúku og/ella aldurstreytaðar veikleikar.
Hjálpartól – tól til láns fyri at bøta munandi um gerandisdagin
Avlamisbilur – fíggjarligur stuðul til avlamisbil
Bústaðarbroytingar – hjálp til at gera broytingar í heiminum, so tað framhaldandi kann vera tilhald hjá tær
Meirútreiðslur – fíggjarlig hjálp til tær meirútreiðslur, sum standast av, at barnið hevur brek ella varandi sjúku
Inntøkumissur – fíggjarlig hjálp til tann inntøkumiss, sum stendst av, at barnið ber brek ella hevur varandi sjúku
Persónligur stuðul – hjálp til at klára sín gerandisdag
Vardir bústaðir –bústaður til fólk, sum ikki klára at búgva einsamøll
Frítíðartilboð - fyriskipanir til børn eftir skúlatíð og um kvøldið
Umlætting – styttri tíðarskeið á vardum bústað
Íbúð frá Bústøðum – Almannaverkið tillutar 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum til fólk við serligum bústaðartørvi