Forsíða - Fíggjarlig trongstøða
Um tú kemur fíggjarliga illa fyri, hevur Almannaverkið ávísar møguleikar at stuðla tær .
Á hesum síðum kanst tú lesa um ymisku møguleikarnar – og tú ert sjálvsagt altíð vælkomin at venda tær til okkara fyri at fáa ráðgeving frá okkara sosialráðgevum.
Arbeiðsloysi – um tú ikki hevur pening til uppihald vegna arbeiðsloysi
Sjúka – um tú ikki hevur pening til uppihald vegna sjúku
Vantandi barnaansing – um tú ikki hevur pening til uppihald vegna vantandi barnaansing
Familjuískoyti – ískoyti ætlað familjum við børnum
Serligt barnaískoyti – veiting til stakar uppihaldarar
Stakútreiðslur – fíggjarlig hjálp til útreiðslur
Orkuískoyti - ískoyti til húskið, ið hava lága inntøku og avmarkaða ogn