Kná børn - Ókeypis ráðstevna fyri øll

Ráðstevna: Kná børn
Nær: Fríggjadagin 3. mai 2019 frá kl. 8.30
Hvar: Norðurlandahúsið
Kostnaður: Ókeypis
Ráðstevnan er fyri øll: Øll eru vælkomin. Tilmelding er ikki neyðug.

Endamálið við ráðstevnuni Kná børn

At seta gongd á eitt arbeiði, sum skal tryggja, at øll børn og ung í Føroyum, rættstundis, fáa javnbjóðis møguleika at standa seg í lívinum. Á ráðstevnuni verður fakligur íblástur, fyrilestrar, persónligar frásagnir, kjak og sjónleikur. Nøkur dømi:

  • Viðurkendi danski professarin Per Schultz Jørgensen heldur ein fyrilestur, sum er gjørdur til høvið um kná børn og avbjóðingarnar hjá familjuni.

  • Norsku serfrøðingarnir Camilla Trud Nereid og Margrethe Taule greiða frá málrættaða norska átakinum 0-24, sum vendir seg beinleiðis til útsett ung og børn. 

  • Tær tríggjar Rebekka Perlick frá Psykiatriska deplinum, Alisa Hammer úr Bláa Krossi og Súna Mørk úr Fountain Húsinum seta fingurin á øll tey økini, sum vit í Føroyum ikki megna.  

  • Nøkur ung fólk greiða frá persónligu upplivingini við eini skipan, sum í alt ov stóran mun hevur svikið.

Fyriskiparar

Megd • Serbreytin á Kambsdali • Rásin • Fountainhúsið • Kris • Blái Krossur • Sernám • MEA • Psykiatri (børn- og ung) • Barnabati • Dagstovnurin við Velbastaðvegin • Margarinfabrikkin • Barna- og ungdómsdeildin í Tórshavnar kommunu • Spyr meg • Bakkafrost • Gigni • Berin • Almannamálaráðið • Skúlin á Fløtum • Tórshavnar Kommuna/ Barnaverndartænastan • Fuglafjarðar skúli • Runavíkar kommuna/Barnaverndartænastan • Skúlin á Skúlatrøð • Barnanna umboðsmaður • Kommunufelagið • Almannaverkið

Sí skránna

Stroyming

Niðanfyri síggjast filmsbrot frá teimum tiltøkum, sum vóru stroymd á ráðstevnuni KNÁ BØRN sum var 3. mai 2019.

HØLLIN

Ráðstevnan verður sett, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna AMR

Vit hóma avbjóðingina, men vit leita eftir loysnunum, Edvard Heen, stjóri Almannaverkið

Klumman, Høgni í Jákupsstovu, journalistur

Hvussu geva vit børnum og familjum góða barlast í lívinum – og hvat meinast tað við í dag? Per Schultz Jørgensen, professor emeritus, dr. phil., orðstýrari: Høgni í Jákupsstovu

Tryggja samlað og samanhangandi tilboð til børn og ung við serligum tørvi, Margrethe Taule, seksjonsleder velferd hos Fylkesmannen i Trøndelag, orðstýrari: Høgni í Jákupsstovu

Brot úr leikinum Junglubókin, Børn og ung úr Sjónleikaskúlanum framføra, leikstjórn: Sóley Danielsen

Hvat gera vit ikki? Rebekka Perlick, yvirlækni í barna- og ungdómspsykiatri, Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari, Blái krossur, Súna Mørk, leiðari, Fountainhúsið, orðstýrari: Høgni í Jákupsstovu

Politiskt kjak - hvat skulu vit gera? Anna Nolsøe Joensen, lesandi, Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg, Hanna Jensen og Kristina Háfoss, landsstýriskvinnur, Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður, Vagn Foldbo, skúlastjóri á Skúlatrøð og Tóra við Keldu, forkvinna fyri Megd, orðstýrari: Høgni í Jákupsstovu 

SKÁLIN

Háttalagið SOS (Signs of safety) og Háttalagið TÍTT (tiltøk í tøkum tíma), Kristina Háberg, cand.pæd.pæd.psyk Barnaverndartænastan, Tórshavnar kommuna og Anja Clementsen, námsfrøðiligur ráðgevi, Runavíkar kommuna, orðstýrari: Kári Durhuus

Hví er umráðandi at seta sjóneykuna á parlagið? Vígdis Skorheim, leiðari í MEA, orðstýrari: Kári Durhuus

Hvussu tryggja vit øllum góða skúlagongd? Fridrikka Kjeld, lærari, Fuglafjarðar skúli, orðstýrari: Kári Durhuus

KLINGRAN

Barnabati greiðir frá endamálinum við mentorskipanini fyri ung, Ugur Kevioglu, lærari, Marjun Tausen, lesandi og Ruth Gaardlykke, ergoterapeutur, orðstýrari: Kára Bjarnadóttir Jakobsen

Fyrstu fetini hjá okkum sum familja - hvussu foreldur kunnu skapa eitt trygt tilknýti til børn síni, Lillian Bjarnadóttir og Sára Gullfoss, heilsufrøðingar, Eyðvør Jakobsen og Mona R. Mohr, námsfrøðingar, orðstýrari: Kára Bjarnadóttir Jakobsen

Lopfjølin er eitt samansett námsfrøðiligt skúlatilboð, har barnið mennist við undirvísing og námsfrøðiligum átøkum Elin K. Jacobsen og Dagmar K. Clothier, námsfrøðingar og Elin M. Wiberg og Fróði Hansen, lærarar, orðstýrari: Kára Bjarnadóttir Jakobsen

Myndir frá ráðstevnuni

Norðurlandahúsið var fullsett Eyðgunn Samuelsen, landsstýrisikvinna setti ráðstevnuna Kári Durhuus, orðstýrari Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum Norðurlandahúsið var fullsett Høgni í Jákupsstovu, orðstýrari Per Schultz Jørgensen, professor