
Bú- og viðgerðarstovnurin Hornið
Málbólkur: Ung við sálarligum trupulleikum
Pláss: 7
Slag av bústaði: Íbúðir
Hornið er ein bú- og viðgerðarstovnur fyri ung við sálarligum trupulleikum. Endamálið við stovninum er at veita málrættaða sosialnámsfrøðiliga viðgerð til ung fólk, har hesi kunnu búgva í egnari íbúð. Talan er um ein fyribilsbústað.
Endamálið við sosialnámsfrøðiligu viðgerðini er at tey ungu fáa hjálp til at liva eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív sum ger, at tey kunnu taka virknan lut í samfelagnum.
Arbeiðið á stovninum verður m.a. gjørt í samstarvi við Psykiatriska depilin og sosialráðgevar í Almannaverkinum.
Bú- og viðgerðarstovnurin Hornið
Íslandsvegur 22 og Grønlandsvegur 63
100 Tórshavn
Tlf: 297514