Stoffalag35_250x141.png

Bú- og viðgerðarstovnurin Stoffalág 35

Málbólkur: Ung við sálarligum trupulleikum og møguliga onnur

Pláss: 5

Slag av tænastu: Bú- og viðgerðartilboð

Á bú- og viðgerðarstovninum búgva 5 ung fólk, ið hava hvør sítt kamar og atgongd til felags køk, stovu, baðirúm og vaskirúm.

Stovnurin er ætlaður ungum við vanligum intellektuellum førleikum, ið hava møguleika at menna sínar førleikar í viðgerðartilboðnum. Tilboðið er avmarkað til í mesta lagi 3 ár.

Arbeiðið á stovninum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, sum kann vera grundvøllur hjá tí einstaka at menna og styrkja virkis- og førleikastøðið. Endamálið er at geva teimum ungu eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív, sum ger, at tey kunnu taka virknan lut í samfelagnum.

Bú- og viðgerðarstovnurin hevur skipað samstarv við m.a. psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum og sosialráðgevar í Almannaverkinum.

Bú- og viðgerðarstovnurin Stoffalág 35
Stoffalág 35
100 Tórshavn
Tlf: 297337
Leiðari
Malfrid Svabo Joensen
Malfrid Svabo Joensen
Telefon 297339