Sandur.jpg

Dagtilboðið í Virknis- og umlættingardeplinum

Málbólkur: Fólk við fjølbreki og menningartarni (møguliga eisini onnur).

Slag av tænastu: Dagtilboð.

Virknis- og umlættingardepilin er í tveimum eindum, sum ávikavist fevna um umlætting og dagtilboð. Dagtilboðið í Deplinum er ætlað fólki við fjølbreki og menningartarni. Í arbeiðnum verður dentur lagdur á at skapa ein álítandi og mennandi gerandisdag við stimbran, røkt og upplivingum í samstarv við foreldur og avvarðandi.

Børn undir skúlaldur kunnu vera allan dagin í Deplinum, og børn í skúlaaldri kunnu vera í Deplinum eftir skúlatíð. Ung, sum eru liðug at ganga í skúla, kunnu hava eitt heildagstilboð í Deplinum. Tá skúlin er stongdur gerandisdagar vegna feriu, er møguleiki at vera allan dagin í Deplinum.

Arbeitt verður miðvíst við at stimbra sansir og kropp hjá fólkunum, og við støði í tí einstaka at menna førleikarnar hjá viðkomandi. Dentur verður eisini lagdur á at hava eitt skipað umhvørvi.

Í Deplinum er ymiskt á skránni, sum t.d. ymiskt ítriv, mála, tekna, spæla spøl, lesa søgur og annað, sum kann menna kroppin. Eisini verða túrar gjørdir út úr húsinum. Tað kunnu vera til tiltøk í nærumhvørvinum og gongutúrar.

Tilboðið er opið gerandisdagar kl. 8.00-17.00.

Dagtilboðið í Virknis- og umlættingardeplinum
Miðgøta 17
210 Sandur
Tlf: 297523 (dagtoymið) og 297524 (umlættingin)
Leiðari
Hanna Poulina á Reynatúgvu
Hanna Poulina á Reynatúgvu
Telefon 297442