
Dagtilboðið Mýrisóljan
Málbólkur: Børn og ung við fjølbreki í aldrinum 0-25 ár.
Slag av tænastu: Dagtilboð, frítíðartilboð
Dagtilboðið er ætlað børnum og ungum við fjølbreki í aldrinum 0-25 ár. Børn undir skúlaaldur kunnu vera allan dagin í Mýrisóljuni, og børn í skúlaaldri kunnu vera eftir skúlatíð. Ung, sum eru liðug at ganga í skúla, kunnu fáa eitt heildagstilboð í Mýrisóljuni. Tá skúlin er stongdur vegna feriu, er møguleiki fyri at vera allan dagin í Mýrisóljuni.
Dentur verður lagdur á at veita tryggleika, umsorgan og nærveru, og at hava fyrilit fyri menning, aldri og tørvi hjá tí einstaka barninum og unga. Somuleiðis verður dentur lagdur á at menna samskiftið, sjálvsvirðið og at styrkja tann einstaka til sjálvhjálp. Børnini og tey ungu kunnu hava tørv á røkt og viðgerð, og eru fysioterapeutur og ergoterapeutur knýttir at stovninum. Starvsfólk fara eisini við børnunum/teimum ungu til ríðing og til svimjing.
Skipað verður fyri túrum sum t.d. út í náttúruna, á fótbóltsvøllin ella á kafé.
Tilboðið er opið gerandisdagar kl. 8.00-17.00.