Dreymasóljan
Málbólkur: Børn við serligum avbjóðingum
Slag av tænastu: Dagtilboð, frítíðartilboð og umlætting
Endamálið við stovninum er, at veita dag og frítíðarskúlapláss til børn við likamligum ella sálarligum breki, ið ikki kann vera á komunalum dagstovnið ella frítíðarskúla. Harafturat verður veitt skipað umlætting til heimabúgvandi børnum, í vikuskiftinum og yrkadagar.
Vit leggja okkum eftir at veita eitt mennandi námsfrøðiligt og heilsufakligt tilboð. Vit arbeiða miðvíst eftir at skapa ein álítandi og mennandi gerandisdag við stimbran, røkt og upplivingum í samstarvi við foreldur og avvarandi.
Dreymasóljan
Leitisvegi 58
370 Miðvágur
Tlf: 297390