
Frítíðarheimið
Málbólkur: Fólk við menningartarni, autismu (møguliga eisini onnur)
Pláss: 5-6.
Slag av tænastu: Dag- og samdøgursumlætting.
Frítíðarheimið heldur til fyribils til í Eirargarði 14 B, til annað høli verður klárt. Frítíðarheimið veitir bæði dag- og samdøgursumlætting, og pláss er fyri 5-6 fólkum í samdøgursumlættingini. Samstarv við foreldur og avvarðandi hevur stóran týdning, eins og vit virða tað tætta samstarvið, vit hava við aðrar stovnar, sum viðkoma og gagna fólkunum.
Stovnurin miðar ímóti at nøkta tørvin hjá avvarðandi fyri umlætting, samstundis sum fyrilit verður tikið fyri ynskjum, tørvi og áhugamálum hjá hvørjum einstøkum fólki. Dentur verður lagdur á at vísa virðing, og hvør einstakur verður stuðlaður og styrktur í at hava mest møguliga ávirkan á egið lív.
Í frítíðarheiminum eru fimm kømur, tveir køkar, stovur, uppihaldsrúm, sansirúm og baðirúm. Virksemið verður, í tann mun tað ber til, lagt til rættis soleiðis, at fólkini hava møguleika fyri vinalagi, samveru og tiltøkum við sínum javnlíkum.