
Kafé og tilhaldsstaðið Fjálvi
Kafé og tilhaldsstaðið Fjálvi er ætlað borgarum við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Tað er ikki neyðugt við visitatión til Fjálva, øll eru vælkomin inn til eitt prát og ein kaffimunn.
Í Fjálva verður dentur lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag, har møguleiki er at vera við á verkstøðum til ymiskt handaligt virksemi. Harafturat er eisini møguleiki at gera venjingar, yoga, ganga túr, spæla ymisk borðspøl, umframt njóta eitt gott prát og sosiala samveru.
Skipað verður fyri ymiskum felagstiltøkum sum bindiklubba ella kvinnuklubba, sangløtum, bingo, jólasølu og jólaborði. Ferðast verður ymsastaðni í Føroyum og uttanlands. Fjálvi hevur ein ferðabólk, ið savnar pening inn til ferðirnar, ið verða gjørdar.
Í kaféini kann ein keypa morgunmat til kl. 10.30 hvønn morgun. Miðmáli er hvønn dag, og hósdag fæst døgurði til keyps kl. 12.00. Kaffi, te og køka fæst til keyps allan dagin og um kvøldið.
Brúkarafundur er síðsta hósdag í mánaðinum kl. 13.00, og tá verður næsti mánaðurin lagdur til rættis.
Fjálvi hevur eina facebook síðu, har lýst verður við tiltøkum og um broyting er í upplatingartíðunum.