
rógv
Virknis- og tilhaldsstaðið “rógv” er ætlað borgarum við sálarligum og sosialum avbjóðingum í aldrinum 18-67 ár.
Í “rógv”, leggja vit dent á, at stuðla og styrkja einstaka menniskjað at megna gerandisdagin. Í samstarvi við tann einstaka verða stuðuls átøk gjørd, við tí endamálið, at geva viðkomandi møguleika at liva eitt sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív.
Í dagtilboðnum hava vit ymisk verkstøð, sum er karmur um okkara námsfrøðiligu tilgongdir:
- Skapan: Her verður seyma, bundið, tekna o.a.
- Køkur: Her verður keypt inn, gjørt mat, plantað o.a.
- Venjing: Gongutúrar, svimja o.a.
- Sansir: Sansaintegratión í einum serligum sansarúmið
- Samfelag: Upplivingar og upplýsing um hvat ferð fram í samfelagnum
- Sosialisering: Sosial førleikavenjing
Brúkarafundur er kl. 13.00 seinasta mikudag í hvørjum mánaði.
Øll eru vælkomin, og tað er ikki neyðugt at verða visiteraður til “rógv”.
Opið er allar gerandisdagar kl. 8.00-15.00 tó ikki týsdag. Harumframt er opið hóskvøld kl. 19.00-22.00, tá er málbólkurin 18-35 ár.
rógv
Klaksvíksvegur 57
700 Klaksvík
Tlf: 361034