Rówt

RÓWT

RÓWT er eitt tilboð til ung í aldrinum 18-30 ár við víðfevndum sálarligum og sosialum trupulleikum, umframt rúsdrekka- og/ella rúsevnistrupulleikum.

Endamálið við fyriskipanini er at samskipa ein innsats, ið er við til at betra um lívsgóðsku og førleikan hjá teimum ungu til at megna egið lív. RÓWT leggur dent á at læra, menna og styrkja tann unga í at virka eftir egnum fortreytum. Málið er, at tey ungu í størri mun fata og handfara sítt egna lív, sum stigvíst verður merkt av eini greiðari lívskós.

RÓWT samstarvar við eina røð av mynduleikum, og virkar samskipandi í einum tvørgeiraligum samstarvi fyri at lætta um, og gera atgongdina til tænastur, tilboð og viðgerð einfaldari fyri ung við víðfevndum avbjóðingum.

Arbeiðið tekur støðið í sosial fakligum virkisætlanum og afturvendandi netverksfundum. Tann samskipandi innsatsurin er m.a. at hjálpa tí unga við grundleggjandi viðurskiftum so sum bústaði,  fíggjarviðurskiftum, útbúgving/arbeiði, og at fáa tann unga til útgreining ella viðgerð so tey kunnu fáa røttu hjálpina.  Atlit verða tikið til tørvin, sum tann ungi hevur her og nú og ynskiligar broytingar í framtíðini.

RÓWT er staðsett í eindini Sosialpsykiatri í Almannaverkinum og knýtt at einum stýrisbólki við umboðum frá Almannaráðnum, Heilsu- og innlendismálaráðnum, Psykiatriska deplinum og Kriminalforsorgini. RÓWT hevur skipað samstarv Psykiatriska depilin og Kriminalforsorgina.

RÓWT
Lukas Debesar gøta 3 – Ovast
100 Tórshavn
Tlf: 360000
Teldupostur: rowt@av.fo
Leiðari
Magni Højgaard
Magni Højgaard
Telefon 297368
Eindarleiðari
Andrea Petursdóttir
Andrea Petursdóttir
Telefon 297449