husadalsvegur.png

Sambýlið á Húsadalsvegi

Málbólkur: Fólk við sálarsjúku og møguliga onnur

Pláss: 5

Slag av bústaði: Kømur

Í sambýlinum búgva 5 fólk, ið hava hvør sítt kamar, umframt atgongd til felags køk, stovu, baðirúm og vaskirúm. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, gera reint, vaska klæðir og keypa inn.

Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, og við tí einstaka í miðdepli at stuðla undir og menna virkis- og førleikastøðið hjá viðkomandi. Endamálið er, at tann einstaki kann fáa eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív soleiðis, at viðkomandi kann taka virknan lut í samfelagnum.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis hjá ymiskum fyritøkum ella á virknistilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, ið fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.

Sambýlið hevur skipað samstarv við Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum.

Sambýlið á Húsadalsvegi
Húsadalsvegur 15
380 Sørvágur
Tlf: 297510 og 297513
Leiðari
Elin Doris á Mýrini
Elin Doris á Mýrini
Telefon 297446