0K5A3024.jpg

Sambýlið á Traðarvegi

Málbólkur: Vaksin við sálarsjúku

Pláss: 6

Slag av bústaði: Íbúð og kømur

Í sambýlinum búgva 6 fólk, har trý teirra hava hvør sítt kamar og wc, umframt atgongd til felags køk, stovu, baðirúm og vaskirúm. Trý búgva í egnari íbúð, sum er partur av felagshúsinum. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, reint, vaska klæðir og keypa inn.

Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, og við tí einstaka í miðdepli at stuðla undir og menna virkis- og førleikastøðið hjá viðkomandi. Endamálið er, at tann einstaki kann fáa eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív soleiðis, at viðkomandi kann taka virknan lut í samfelagnum.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis hjá ymiskum fyritøkum ella á virknistilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, ið fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.

Sambýlið hevur skipað samstarv við Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum.

Sambýlið á Traðarvegi
Traðarvegur 34,
360 Sandavágur
Tlf: 297511 og 297512
Leiðari
Elin Doris á Mýrini
Elin Doris á Mýrini
Telefon 297446