Blikagøta 1.jpg

Sambýlið Blikagøta

Málbólkur: Vaksin við menningartarni og rørslu- ella fjølbreki (møguliga eisini onnur).

Pláss: 12.

Slag av bústaði: Íbúðir.

Tey, sum búgva í sambýlinum, hava umframt egna íbúð, eisini atgongd til felags køk og stovu. Tey hava sjálvi ábyrgd av húsliga arbeiðinum at vaska klæðir, keypa inn, gera døgurða og gera reint í íbúðini.

Gerandisdagar kunnu fólkini fara til arbeiðis í fyritøkum, í virknis- ella verkstaðstilboði ella í dagtilboðnum í Mýrisóljuni. Í frítíðini verða tey eggjaði til at vera við í tí, ið fyriferst í nærumhvørvinum. Eisini er møguleiki fyri at ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi t.d. í kvøldskúla, í frítíðarklubba og til ymiskan ítrótt.

Støðið verður tikið í tí einstaka, tá ið tað ræður um at menna ávísar førleikar, men stórur partur av arbeiðinum á sambýlinum snýr seg um at skapa eitt trygt, viðurkennandi og mennandi umhvørvi fyri øll.

Sambýlið Blikagøta
Blikagøta 75
620 Runavík
Tlf: 297398 ella 297399
Leiðari
Hugo Leo