HZ8A9157 Webp

Sambýlið Bóndaheygur

Málbólkur: Fólk við autismuspektrumórógvi og sálarsjúku og møguliga onnur

Pláss: 7

Slag av bústaði: Íbúðir

 

Í sambýlinum  eru 7 íbúðir við tekøki og egnum baðirúmi. Harumframt er atgongd til felags køk, stovu og vaskirúm.

Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, og við støði i tí einstaka at menna førleikarnar hjá viðkomandi.

Í gerandisdegnum verður dentur lagdur á at stuðla fólkunum at luttaka í samfelagnum m.a. gjøgnum arbeiði og skúlagongd. Arbeitt verður miðvíst fyri at menna sjálvbjargni hjá tí einstaka og styrkja sosiala samspælið í felagsskapinum.

Húsfundur er eina ferð um mánaðin, har fólkini fáa høvið at viðgera ymisk felags viðurskifti í sambýlinum.

Sambýlið Bóndaheygur
Bóndaheygur 14
100 Tórshavn
Tlf: 297413
Leiðari
Andreas Dalsgaard
Andreas Dalsgaard
Telefon 297424