okisdepilin_sudur.jpg

Sambýlið Eiðisgarður

Málbólkur: Vaksin við sálarligum avbjóðingum

Pláss: 9

Slag av bústaði: Íbúðir

Í sambýlinum Eiðisgarði búgva 9 fólk, ið hava hvør sína íbúð umframt atgongd til felags køk, stovu og vaskirúm. Eitt umlættingarpláss er á Eiðisgarði, og fevnir tilboðið eisini um verkstað og veristað.

Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, og við støði í tí einstaka at menna og styrkja førleikar. Fólkini hava sjálvi ábyrgd av at gera reint í íbúðini og vaska klæðir.

Gerandisdagar kunnu fólkini fara til arbeiðis á verkstaðnum ella vera á veristaðnum á Eiðisgarði.

Í frítíðini kunnu fólkini ganga til ymiskt frítíðar- og trivnaðarvirksemi, sum er á staðnum ella í oynni, eins og tey viðhvørt ferðast ymsastaðni í Føroyum.

Sambýlið Eiðisgarður
Eiðisvegur 26
900 Vágur
Tlf: 370371
Leiðari
Selma Augustinussen
Selma Augustinussen
Telefon 297811