eystan_heyg_torshavn.jpg

Sambýlið Eystan Heyg

Málbólkur: Vaksin við sálarsjúku

Pláss: 16

Slag av bústaði: Íbúðir

Í sambýlinum Eystan Heyg búgva 16 borgarar, ið hava hvør sína íbúð, umframt atgongd til felags uppihaldsstovu og vaskirúm. 8 íbúðir eru í felagshúsinum, og hinar 8 eru í tveimum eindum á matriklinum.

Dentur verður lagdur á at menna og styrkja hin einstaka til eitt virki, sosialt og innihaldsríkt lív. Arbeitt verður við tí fyri eyga, at fólkini kunnu liva eitt so sjálvbjargið lív, sum til ber, so tey kunnu klára eina sjálvstøðuga tilveru í egnum bústaði. Hetta verður m.a. útint við, at arbeitt verður tvørfakligt, og orka verður løgd í at skapa eitt gott og trygt heim, har fólkini eftir førimuni eru við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í fyritøkum ella á virknistilboði.

Búfólkafundur er einaferð um mánaðin.

Felags morgunmatur er eina ferð um vikuna.

Sambýlið hevur skipað samstarv við Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum

Sambýlið Eystan Heyg
Eystan Heyg 6
100 Tórshavn
Tlf: 297385
Leiðari
Inga Magnussen
Inga Magnussen
Telefon 297447