
Sambýlið Fjálgalon
Málbólkur: Eldri fólk við sálarsjúku
Pláss: 8
Slag av bústaði: Kømur
Í sambýlinum Fjálgalon búgva 8 eldri fólk við sálarsjúku, sum hava tørv á nógvum stuðli og røkt. Tey hava hvør sítt kamar, umframt atgongd til felags køk, stovu og baðirúm.
Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim við umstøðum hjá tí einstaka at varðveita og menna førleikar sínar, samstundis sum røkt og umsorgan verður veitt.
Gerandisdagurin hevur sínar føstu tættir við máltíðum og hvíld, eins og lagt verður upp til samveru og trivnað við m.ø. spølum og práti.
Sambýlið Fjálgalon
Eirargarður 16A
100 Tórshavn
Tlf: 297531