Sambýlið í Sørvági

Málbólkur: Vaksin við menningartarni, autismu og øðrum samansettum avbjóðingum

Pláss: 5

Slag av bústaði: Kømur

Í sambýlinum búgva 5 fólk, ið hava hvør sítt kamar við baðirúmi, umframt atgongd til felags køk/stovu og vaskirúm. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, gera reint, vaska klæðir og keypa inn.

Arbeiðið í sambýlinum leggur dent á at skapa eitt gott og trygt heim, og við tí einstaka í miðdepli at stuðla undir og menna virkis- og førleikastøðið hjá viðkomandi. Endamálið er, at tann einstaki kann fáa eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív soleiðis, at viðkomandi kann taka virknan lut í samfelagnum.

Gerandisdagar kunnu fólkini vera til arbeiðis í ymiskum fyritøkum og virknistilboði, og í frítíðini kunnu tey vera við í tí, ið fyriferst í nærumhvørvinum. Tey kunnu ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi, og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.

Sambýlið í Sørvági
Ovarivegur 27
370 Sørvágur
Tlf: 297502
Leiðari
Elin Doris á Mýrini
Elin Doris á Mýrini
Telefon 297446