
Sambýlið Reynstún
Málbólkur: Menningartarn og fjølbrek
Pláss: 18
Slag av tænastu: Sambýli
Í Reynstúni búgva 18 fólk við menningartarni og fjølbreki.
Reynstún er skipað í tvær lonir, Reynslon og Glyvurslon. Í hvørji lon húsast níggju fólk. Øll hava egið kamar við vesi. Hvør lon hevur sín egna køk og tvey uppihaldsrúm. Tað er felags vaskirúm og sansarúm til øll at brúka. Eisini er stórkøkur, har køksfólk ger døgurðar gerandisdagar. Øll nútímans hjálpartól eru, so sum lyftir í loftinum o.a.
Í Reynstúni arbeiða námsfrøðingar, heilsufakfólk, hjálparfólk og køksfólk.
Arbeitt verður við støði í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har arbeitt verður tilvitað og viðurkennandi, við støði í sterku eginleikunum hjá tí einstaka.
Í Reynstúni verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim. Støði verður tikið í tí einstaka, har vit leggja dent á trivnað, lívsgóðsku og viðlíkahald ella menning av førleikum.
Húsfólkið er eftir førimuni við í tí húsliga arbeiðinum, so sum matgerð, klædnavask, reingerð og øðrum.
Gerandisdagar eru flestu húsfólk til arbeiðis á vardum verkstaði. Tó eru altíð nøkur, sum eru heima um dagin.
Í frítíðini kunnu húsfólkini vera við í tí, sum fer fram í nærumhvørvinum.
Umframt vanligan bil, hevur sambýlið eisini tveir bussar, sum kunnu brúkast til túrar o.a.
Reynstún hevur sera góða staðseting við góðum uttanumøkið, har sera góðir møguleikar eru at fara uttandura og brúka økið.