heyggjar_torshavn.jpg

Sambýlið við Heyggjar

Málbólkur: Vaksin við sálarsjúku

Pláss: 5

Slag av bústaði: Kømur

Í sambýlinum við Heyggjar búgva 5 fólk, ið hava hvør sítt kamar umframt atgongd til felags køk, stovu, baðirúm og vaskirúm.

Dentur verður lagdur á at menna og styrkja hin einstaka til eitt virkið, sosialt og innihaldsríkt lív. Arbeitt verður við tí fyri eyga, at borgararniri kunnu liva eitt so sjálvbjargið lív, sum til ber, fyri at kunna klára eina sjálvstøðuga tilveru í egnum bústaði. Hetta verður m.a. útint við tvørfakligum arbeiði, og at orka verður løgd í at skapa eitt gott og trygt heim, og lata fólkini eftir førimuni vera við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.

Gerandisdagar kunnu borgararnir vera í skúla, til arbeiðis í ymiskum fyritøkum ella í virknistilboði. Dentur verður lagdur á dagliga rørslu, og skipað verður fyri felagstiltøkum sum til dømis hugnaløtum, venjingum, gongutúrum og biltúrum út á bygd.

Tey skiftast um at gera døgurða ein dag um vikuna, og døgurðan eta tey í felag.

Búfólkafundur er einaferð um mánaðin.

Sambýlið hevur skipað samstarv við Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum.

Sambýlið við Heyggjar
Bóndaheygur 3
100 Tórshavn
Tlf: 310887
Teldupostur: heyggjar@av.fo
Leiðari
Inga Magnussen
Inga Magnussen
Telefon 297447