Sambýlið við Sílá

Málbólkur: Fólk við ymiskum sjúkuavgerðum

Pláss:  5

Slag av tænastu: Sambýli

Í sambýlinum, sum heldur til í leigaðum hølum, umbygt til endamálið, eru tvær tvey-rúms íbúðir, og fimm kømur við baðirúmið. Øll hava atgongd til felags køk, stovu og vaskirúm.

Húsfólkini eru eftir førimuni við í tí húsliga arbeiðinum, sum er at gera mat, vaska klæðir og gera reint.

Stórur dentur verður lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim fyri húsfólk og at tryggja gott samband millum húsfolk, har rúmligheit og javnvirði verður raðfest høgt.

Miðað verður eftir at skipa umhvørvið á stovninum soleiðis at fólkini trívast og mennast, og skapa eina mentan, so at fólk, hóast ymiskar sjúkuavgerðir og ymiskt førleikastøði, kunnu húsast undir sama taki. Virðing og viðurkenning eru avgerandi táttur í námsfrøðiliga arbeiðinum.

Arbeitt verður við støði í háttaløgum, sum hóska til einstaka borgarin.

Gerandisdagar kunnu húsfólk vera til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði, ella í dagtilhaldi. Í frítíðini kunnu tey vera við í tí, ið fyriferst í nærumhvørvinum. Møguligt er at ganga til ymiskt áhuga- og frítíðarvirksemi.

Sambýlið við Sílá
Við Sílá 28
800 Tvøroyri
Tlf: 297808 ella 297809
Teldupostur: sila@av.fo
Leiðari
Elken Holm Wentzlau
Elken Holm Wentzlau
Telefon 297800