Skáin
Málbólkur: Fólk við sosialum, sálarligum og menningarligum avbjóðingum
Slag av tænastu: Veristað
Veristaðið Skáin er ætlað fólkum við sosialum, sálarligum og menningarligum avbjóðingum.
Í Skáanum ber til at vera við í ymiskum virksemi so sum at spæla spøl, borðtennis, mála, hekkla, seyma, klippa, saga, pussa og stoypa úr betong, umframt sosialari samveru og práti. Døgurði fæst til keyps týsdagar.
Skáin hevur sølubúð við lutum, sum eru virkaðir í Skáanum. Sølubúðin er opin, tá ið veristaðið er opið, umframt at onnur søla verður stáplað upp á beinini, tá ið høvi býðst, t.d. á countryfestivalinum, á vestanstevnu og til ymiskar marknaðardagar. Jólasølan er eisini vorðin fastur táttur.
Skipað verður fyri ymiskum felagstiltøkum, og ferðast verður ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.
Tað er ikki neyðugt at verða visiteraður til Skáan.
Tilboðið er opið mána-, týs- og hósdag kl. 9.00-15.30. Miku- og fríggjadag er opið eftir avtalu. Annaðhvørt mikukvøld í líka viku er opið kl. 19.00-21.00.