
Sosialpsykiatri Suðurstreymoy
Hvat er sosialpsykiatri?
Hugtakið sosialpsykiatri kann umsetast til “sosialt arbeiði við fólki, ið hava sálarligt órógv”. Útgangsstøðið er at stuðla og styrkja einstaka menniskjað við sálarligum órógvi at klára gerandisdagin aftur.
Nær er tørvur á mentori?
Tá ið ein hevur sálarligt órógv, og hetta førir við sær, at gerandisdagurin gerst ov skerdur og avbjóðandi.
Vit kunnu bjóða
- Stuðul til at skipa gerandisdagin
- Stuðul til at venja sosialar førleikar
- Venja sosialar førleikar í bólki
- Samskipa samstarv við aðrar stovnar
- Ráðgevandi og vegleiðandi samrøður
- Kognitiva terapi
- Miljøterapi
- Recovery/endurvenjingar
Samstarv við einstaka fólkinum
Fólkini skulu sjálvi vera við til at mynda innihaldið í tilboðnum og skulu í mestan mun taka aktivan lut í arbeiðinum.
Endamál
Endamálið er, at fólkini fáa møguleika at liva eitt sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív.
Hevur tú tørv á einum mentori?
Tey, ið meta, at eitt fólk hevur tørv á vegleiðing, eitt nú viðkomandi sjálvur, avvarðandi, Psykiatriski depilin ella onnur, kunnu venda sær til Almannaverkið og søkja.
Opið er:
Mánadag til fríggjadag, kl. 08:00 – 16:00