Sandur.jpg

Umlættingin á Virknis- og umlættingardeplinum

Málbólkur: Fólk við fjølbreki, menningartarni, seinheilaskaða (møguliga eisini onnur).

Slag av tænastu: Umlætting

Virknis- og umlættingardepilin er í tveimum eindum, sum ávikavist fevna um umlætting og dagtilboð. Umlættingin er ætlað fólki við fjølbreki, menningartarni og vaksnum við seinheilaskaða. Fólkini hava hvør sítt kamar og baðirúm. Atgongd er til felags køk, venjingarrúm og gosbað.

Umlættingartilboðið er opið aðruhvørja viku og verður, í tann mun tað er gjørligt, skipað eftir tørvinum hjá tí einstaka.

Dentur verður lagdur á at veita tryggleika, umsorgan og nærveru umframt at røkka endamálinum at geva fólkunum nakrar innihaldsríkar dagar við hugna, samveru og hvíld. At koma út til ymiskt frítíðarvirksemi og vera saman við øðrum er týðandi partur av tilboðnum.

Umlættingin á Virknis- og umlættingardeplinum
Miðgøta 17
210 Sandur
Tlf: 297524 (umlættingin)
Leiðari
Hanna Poulina á Reynatúgvu
Hanna Poulina á Reynatúgvu
Telefon 297442